Umhvørvið og burðardygd

Havøkið, har Framherji fiskar, er reint og tilfeingisríkt. Umsitingin av fiskastovnunum í økinum hevur verið góð gjøgnum fleiri ár, og í dag finna vit nakrar av heimsins størstu fiskastovnum. Vit eru vitandi um ábyrgdina av at verja havøkið, soleiðis at komandi ættarlið eisini kunnu gagnnýta havtilfeingið. Tí hava vit sett okkum nøkur mál.

Málið hjá Framherja viðvíkjandi verju av havumhvørvinum er, at:
• vera við til at verja nátturu og umhvørvi
• varðveita eitt reint og ríkt hav
• fyribyrgja og avmarka dálking av havi, strondum og luft
• fyribyrgja aðra neiliga ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi okkara.

Tí er avgerandi, at vit ansa eftir, at alt burturkast av rakstri, matvøru og húsarhaldi verður burturbeint á ein hátt, har tað verður ført í land aftur og ikki endar á sjónum.

Framherji hevur eisini sett tiltøk í verk í samband við nýbygging og grøna orku. Í nýggja skrivstovu- og goymslubygninginum hava vit fingið okkum sjóhitaskipan. Hendan skipanin tekur hitan úr sjónum útfyri gomlu ferjuleguna í bygdini, sum umvegis hitavekslara verður leitt inn til húsið. Viðvíkjandi skipabygging, hevur nýggi Akraberg eitt battarí, ið skal spara orkunýtsluna umborð. Battaríið virkar soleiðis, at tá trolið verður skotið út, vil orkan frá spælinum løða battaríið. Eisini verður tað møguligt hjá nýggja skipinum at fáa landstreym, tá skipið liggur við kai. Hesi tiltøk fara at minka um oljunýtslu, ljóðdálking og royk frá skipinum.