Um okkum
Upphavið til Framherja
Søgan hjá Sp/f Framherja byrjar í 1994, tá ið Beinir, áður Skálafjall, skuldi seljast á tvingsilssølu 10. november 1994. Skipið, sum var lutfalsliga nýtt, varð bygt í 1987. Íslendingarnir høvdu verið umborð og hugt at skipinum fleiri ferðir og vístu áhuga at keypa skipið. Danmarks Skibskreditfond hevði 1. veðrætt í skipinum.
Framherji vil vera við til at verja nátturu og umhvørvi. Varðveita eitt reint og ríkt hav. Fyribyrgja og avmarka dálking av havi, strondum og luft. Fyribyrgja aðra neiliga ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi okkara.