Framherji stuðlar feløgum, eintaklingum, felagskapum og øðrum, sum reka mentanarligt, vælgerandi og ítróttarligt virksemi í tí økinum, ið vit virka. Framherji fær nógvar umsóknir árliga og tilber ikki at játta stuðul til øll.
Stuðul verður ikki latin til námsferðir/uttanlandsferðir, politisk endamál og til fløgu- og bókaútgávur. Tað vil ikki siga, at vit ikki keypa fløgu- og bókaútgávur.
Framherji ynskir, at allar umsóknir skulu verða skrivligar. Niðanfyri er umsóknarskjal, har umsøkarin skal fylla út og greitt tilskila endamálið við stuðlinum.
Umsóknirnar verða viðgjørdar 4 ferðir um árið - í februar, mai, august, og november.