Dátuverndarkunning

Framherji samtaki, undir hesum Sp/f Framherji og P/F Akraberg, (hereftir: “Framherji”, "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á teimum persónupplýsingum vit skráseta og viðgerða.

Hendan dátuverndarkunning gevur eina lýsing av, hvussu og hví vit savnað og viðgerða tínar persónupplýsingar, umframt hvørji rættindi tú hevur í hesum sambandi.

Endamál og grundarlag fyri okkara viðgerðir av persónupplýsingum

Vitjandi á framherji.fo

Heimasíða okkara framherji.fo nýtir ávís farspor, sum skrásetir ymsar persónupplýsingar um teg í sambandi við tína vitjan í síðu okkara. Endamálið við okkara nýtslu av farsporum er at kunna betra um okkara síðu og veita vitjandi eina betri uppliving.

Grundarlagið fyri viðgerðini er samtykki frá tí skrásetta sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Harumframt er viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál, tá vit útinna innanhýsis greiningar av ferðsluni á netinum, fyri at kunna betra um virknaðin av síðuni og upplivingina, hjá tí vitjandi sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar her.

Vitjandi á framherji.fo – Starvssøkjandi

Á heimasíðu okkara, er møguligt at nýta okkara talgildu umsóknarskjøl í sambandi við umsóknir um starv ella kjans umborð á skipum okkara. Endamálið við talgildu starvsumsóknunum er at gera tað meira ómakaleyst hjá starvssøkjandi at søkja eitt starv hjá okkum ella kjans umborð á skipum okkara. Endamálið er harumframt eisini, at umsita innkomnar umsóknir á ein skipaðan og tryggan hátt.

Heimildin og grundarlagið fyri okkara nýtslu av talgildu starvsumsóknunum er okkara heimilaða áhugamál at viðgera innkomnar starvsumsóknir og gera hóskandi metingar um starvsmøguleikan hjá umsøkjara sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Heimasíðan er eisini innstilla til at biða um samtykki frá skrásetta áðrenn viðkomandi sendir okkum sína starvsumsókn.

Vitjandi á framherji.fo – Stuðulsumsóknir

Á heimasíðu okkara, er møguligt at nýta okkara talgildu umsóknarskjøl í sambandi við umsóknir um stuðul. Endamálið við talgildu stuðulsumsóknunum er at gera tað meira ómakaleyst hjá umsøkjara, at senda okkum umsóknina. Endamálið er harumframt eisini, at umsita innkomnar umsóknir á ein skipaðan og tryggan hátt.

Heimildin og grundarlagið fyri okkara nýtsluni av talgildu stuðulsumsóknum er okkara heimilaða áhugamál at viðgera og gera neyðugar metingar av innkomnu stuðulsumsóknunum sbrt § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Heimasíðan er eisini innstilla til at biða um samtykki frá skrásetta áðrenn viðkomandi sendir okkum sína stuðulsumsókn.

Vitjandi umborð á skipum okkara

Í sambandi við møguliga vitjan umborð á skipum okkara, er møguleiki fyri, at tín vitjan verður avmynda. Skip okkara kunnu vera útgjørd við vakmyndatóli sum avmynda upptøkur av dekki, verksmiðju og maskinum umborð. Endamálið og grundarlagið fyri okkara nýtslu av vakmyndatólum, er okkara heimilaða áhugamál, til tess at skipa arbeiðið umborð, umframt at tryggja trygdina umborð og fyribyrgja arbeiðsóhappum. Ongar videoupptøkur vera goymdar.

Fyrisiting av kundasamstørvum

Kundar okkara eru vinnufyritøkur og tískil er okkara viðgerð av persónupplýsingum í hesum sambandi avmarkað. Vit viðgera tó í ávísan mun persónupplýsingar um starvsfólk hjá kundum okkara í sambandi við okkara fyrisiting av kundasamstørvum, undir hesum søluarbeiði, debitorstýring og aðrari kundarøkt.

Heimildin og grundarlagið fyri viðgerðini er okkara heimilaða áhugamál, at umsita kundasamstørv okkara sbrt § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Fyrisiting av veitarasamstørvum

Veitarar okkara eru í størstan mun vinnufyritøkur og tískil er okkara viðgerð av persónupplýsingum í hesum sambandi avmarkað. Vit viðgera tó persónupplýsingar í ávísan mun um starvsfólk hjá kundum okkara í sambandi við okkara fyrisiting av veitarasamstørvum, undir hesum bílegging av vørum og tænastum, lossing og avreiðing, umframt veitarastýring annars sum hevur tilknýti til virksemi okkara.

Heimildin og grundarlagið fyri viðgerðini er okkara heimilaða áhugamál, at umsita veitarasamstørv okkara sbrt § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Hvørjar persónupplýsingar viðgera vit

Vitjandi á framherji.fo og nýtslu av talgildum umsóknum

Í sambandi við tína vitjan á heimasíðu okkara framherji.fo, verða ymisk farspor nýtt sum skráseta ávísar persónupplýsingar um teg. Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar her.

Tá starvsumsóknir verða latnar okkum umvegis talgildu oyðubløðini, verða tær persónupplýsingar viðgjørdar, sum tú letur okkum, undir hesum:

  • Navn, bústaður og samskiftisupplýsingar
  • Føðingardagur
  • Starvsøki og útbúgving

Tá stuðulsumsóknir verða latnar okkum umvegis talgildu oyðubløðini, verða tær persónupplýsingar viðgjørdar, sum umsøkjari letur okkum, undir hesum:

  • Navn, bústaður og samskiftisupplýsingar
  • Upphædd søkt verður um
  • Møguligt kontonummar
  • Upplýsingar um endamálið við umsóknini

Vitjandi umborð á skipum okkara

Tá persónar vitja umborð á skipum okkara, kann tað fyrikoma at persónurin verður avmyndaður av okkara vakmyndatóli.

Kunda og veitarafyrisiting

Í sambandi við okkara umsiting av kundum og veitarum, verða ymsir persónupplýsingar um starvsfólk teirra skrásettar og viðgjørdar, talan er vanliga um:

  • Navn og starvsheiti umframt samskiftisupplýsingar
  • Annað samskifti og persónupplýsingar, sum verða latnar okkum sum natúrligur liður í okkara kunda- og veitarasamstørvum.

Frá hvørjum verða upplýsingarnar latnar.

Persónupplýsingar vit skráseta í sambandi við starvsumsóknir ella umsóknir um stuðul, koma vanliga frá umsøkjaranum. Í tilgongdini tá umsóknir verða viðgjørdar, kunnu vit eisini leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum, undir hesum á sosialu miðlunum.

Í sambandi við okkara kunda- og veitarafyrisiting koma upplýsingarnar beinleiðis ella umvegis starvsfólkið hjá kundum og veitarum okkara.

Okkara varðveitslutíðarskeið

Vit varðveita tínar persónupplýsingar, so leingi hetta er neyðugt fyri at vit kunnu fylgja endamálunum upplýsingarnar vóru savnaðar til, uttan so at galdandi lóggáva áleggur okkum, at varðveita upplýsingarnar í eitt longri tíðarskeið.

Navn, samskiftisupplýsingar og aðrir upplýsingar sum annars, til eina og hvørja tíð eru neyðugar í sambandi við okkara kunda- og veitarafyrisiting, verða varðveittar so leingi samstarvið heldur fram. Upplýsingar sum eru grundarlag fyri okkara fíggjarstýring verða varðveittar í upp til 6 ár eftir, at hesir eru framleiddir sambært bókhaldslógini.

Vakmyndatólum umborð á skipum okkara, goyma ikki upptøkur.

Hvørjum lata vit tínar persónupplýsingar víðari til?

Um tað verður mett neyðugt fyri, at vit kunnu halda eina rættarliga skyldu, verða ymsir persónupplýsingar, latnar øðrum dátuábyrgdara, undir  hesum almennum myndugleikum ella uttanhýsis grannskoðara okkara.

Vit nýta harumframt útvaldar KT-veitarar í sambandi við okkara nýtslu og hýsing av skipanum, harav persónupplýsingar verða viðgjørdar, varðveittar ella fluttar umvegis. Við nýtslu av KT-veitarum, tryggja vit við bindandi avtalum, at veitarin bindur seg til, at seta í verk hóskandi KT-trygd sum er við til at tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond

Sum meginregla verða persónupplýsingar ikki beinleiðis fluttar til annað triðjaland. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, harav viðgerð av persónupplýsingum fer fram í triðjalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran.

KT-trygd og dátuvernd

Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi og umsiting av kunda- og veitarasamstørvum. Vit taka allar hóttanir og teir váðar, ið eru á KT-trygdarøkinum í størsta álvara og geva øllum okkara skipanum og dátum hægstu raðfesting innan KT-trygd. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja eina hóskandi dátuvernd.

Tíni rættindi

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini. Tað er okkara skylda at tryggja, at tíni rættindi sambært lógini verða hildin

Tú kanst seta teg í sambandi við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at vit avmarka viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í sambandi við okkara.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í sambandi við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

Samband

Ynskir tú at seta teg í samband við okkum við fyrispurningum um dátuvernd ella okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, hava við niðanfyri standandi samskiftisupplýsingar:

Sp/f Framherji
Bakkavegur 22
FO-530 Fuglafjørður
Faroe Islands

framherji@framherji.fo
+298 200 700

Kæra

Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost á framherji@framherji.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna www.dat.fo.